HEIM
10.06.2012

Stór gospelkonsert í Løkshøll í kvøld

Tey seinastu árini eru gospelkonsertirnar vorðnar ein fastur táttur á Eystanstevnu, og í ár er onki undantak. Í kvøld verður stór konsert í Løkshøll í Runavík við Magna Christiansen, Kristinu Bærendsen og bólkinum Zamar.
Ein lítil steðgur verður eisini og tá er høvið at keypa sær kaffi og okkurt gott afturvið.
Tiltakið verður í Løkshøll, sunnukvøldið 10. juni kl. 20.00, og atgongumerkir á 200 kr. fáast til keyps við dyrnar 1 tíma undan konsertini.

Hópin av stevnutiltøkum eru á skránni alt vikuskiftið. Meiri kann lesast um tiltøkini á heimasíðuni hjá Eystanstevnuni www.eystanstevna.fo