HEIM
06.06.2008

Støkk til HM í Kanada

Kvinnuliðið hjá Støkk í estetiskum fimleiki luttekur í World Championship í Kanada 13. og 14. juni.

Hetta er fjórða árið á rað at kvinnurnar hjá Støkk luttaka í World Championship í estetiskum fimleiki og hesaferð gongur leiðin til Kanada. Hetta er nígginda ferð, at hendan heimsmeistarakapping verður fyriskipað, og fyrstu ferð at hon verður hildin uttanfyri Evropa.

Kappingin verður fríggjadagin og leygardagin 13. og 14. juni. Við í HM kappingini eru 28 lið úr 14 ymiskum londum. Umleið 400 fimleikarar, dómarar og venjarar úr Eysturíki, Bulgaria, Kekkia, Danmark, El Salvador, Estlandi, Føroyum, Finlandi, Ruslandi, Spania, Turkalandi, USA, Ukraine og vertslandinum Kanada, luttaka í stóra fimleikatiltakinum.

Støkk hevur góðar vónir til at menna seg í kappingini, og fer at royna sítt allar besta fyri at betra um síni úrslit.

Ferðalagið hjá Støkk telur 12 fólk og farið verður av landinum mánadagin 9. juni, fyrst til Ísland og síðan víðari til Kanada mikudagin 11. juni. Í Íslandi fara Støkk Kvinnurnar at venja og sýna fram estetiskan fimleik fyri fimleikafelagnum Gerpla úr Kópavági. So samanumtikið kann sigast at túrurin verður sera spennandi og læruríkur. Komið verður aftur til Føroyar mánadagin 16. juni.

Eingin túrur uttan stuðlar. Kvinnuliðið ynskir at takka teimum, sum hava stuðla ferðini: Norðoya Sparikassi, Bakkafrost, Eysturoyar Teoriskúli, Fonn Flog, JT-Kaving og Statoil.