HEIM
06.05.2011

Støkk stóri vinnarin um vikuskifti

B-kapping og FM fyri Pinkur og Smágentur í estetiskum fimleiki var í høllini á Hálsi í vikuskiftinum, og sigast má, at tað gekk framúr væl hjá okkara fimleikarum.
Í B-kappingini luttóku tvey lið hjá Støkk, Pinkur og Smágentur, og tá ið avtornaði, gjørdist Støkk vinnari í báðum aldursbólkum.
Av tí at Pinkur B og Smágentur B gjørdust vinnarar av B-kappingini, ognaðu hesi lið sær lut at kappast um FM heitið. Sostatt luttóku fýra lið frá Støkk í FM-kappingini.
Í kappingini fyri Pinkur kundi ikki gingið betur hjá okkara gentum. Tær gjørdust føroyameistarar við 13,90 stigum, HF var nr. 2 við 13,22 og Ljósið nr. 3 við 12,58.
Síðani varð kappast um FM heitið hjá Smágentunum. Í undanfarnum kappingum í ár, hevur kappingin verið sera jøvn millum HF og Støkk, so spenningurin var stórur. Tá avtornaði gjørdist HF vinnari við 15,07 stigum, Støkk nr. 2 við 14,65 stigum og Ljósið nr. 3 við 12,18 stigum.
Komandi vikuskifti er aftur kapping, tá eldru estetisku liðini fara at kappast um FM heitið. Kappingin verður í høllini á Hálsi í Havn leygardagin kl. 15.00.
Niðanfyri síggjast øll úrslitini frá kappingini seinasta vikuskifti.

B-kappingin
Pinkur B T L F Tilsamans úrslit
HF 3,30 1,77 5,00 10,07 2
Støkk 3,30 2,03 4,85 10,18 1

Smágentur B T L F Tilsamans Úrslit
HF 4,05 2,23 6,30 12,58 2
Flog 3,50 1,47 5,00 9,97 3
Støkk 4,25 2,17 6,45 12,87 1

Gentur B T L F Tilsamans Úrslit
HF 4,45 2,40 6,50 13,35 1
Flog 4,00 2,03 6,45 12,48 2

FM-kappingin
Pinkur T L F Tilsamans Úrslit
Ljósið 4,40 1,93 6,25 12,58 3
HF 4,55 2,17 6,50 13,22 2
Støkk A 4,80 2,30 6,80 13,90 1
Støkk B 3,40 1,50 5,25 10,15 4

Smágentur T L F Tilsamans Úrslit
Ljósið 4,20 1,83 6,15 12,18 3
HF 5,05 2,57 7,45 15,07 1
Støkk A 4,70 2,70 7,25 14,65 2
Støkk B 3,85 1,70 6,30 11,85 4