HEIM
07.11.2011

Støkk nr 1 til fimleikafagnaðin 2011

Í tættari kapping gjørdist STØKK vinnarar av Fimleikafagnaðinum 2011.

Fimleikasambandið skipaði aftur í ár fyri Fimleikafagnaði í Norðurlandahúsinum, aftaná ein steðg í 3 ár.
Feløgini, ið luttóku vóru:
HF, sum lýsti evnið "Tær sjey deyðsyndirnar"
Flog, sum lýsti evnið "Ein dreymur"
Ljósið, sum lýsti evnið "Snjóhvíta"
Støkk, sum lýsti evnið "Føroyskar sagnir".

Av tí at evnið í ár var frítt, vóru framførslurnar hjá feløgunum sera ymiskar, og beinanvegin sást, at tað fór at vera torført at finna ein vinnara, tí kappingin var so jøvn.
Spenningurin var sera stórur millum luttakararnar, meðan bíðað varð eftir úrslitinum, og tá samanum kom gjørdist Støkk nr. 1!

kelda: stokk.net