HEIM
12.07.2011

Støkk hevði móttøku fyri Anitu, Fríðhild og Kristinu

Støkk hevði móttøku í hæddini í gjár í samband við, at landsliðið, sum hevði luttikið á fimleikaoyggjaleikunum, var komið heim aftur við so frálíkum úrslitunum.

Jastrid Weihe formaður nýtti fyrst høvið at takka teimum trimum Anitu S. Davidsen, Fríðhild R. Norðgerð og Kristina Toftegaard fyri teirra eldhuga í virkseminum hjá Støkk øll hesi árini.

Síðani greiddi Ruth Davidsen frá kappingunum á Jersey - úrslitunum og teirra upplivingum har.

At enda handaðu umboðini fyri Runavíkar Kommunu, Kári E. Jacobsen, mentanarnevndarformaður, og Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari, blómutyssi. Teir takkaðu somuleiðis fimleikarunum og Støkk fyri tað stóra arbeiði, sum tey gera í økinum. Eisini fingu tær tríggjar, Anita, Fríðhild og Kristina, rós fyri at umboða økið so væl í altjóða kapping. Runavíkar Kommuna sær fram til at bøta munandi um karmarnar hjá Støkk við nýggju fimleikarhøllini, ið eftir ætlan verður bygd komandi ár.