HEIM
20.08.2013

stokk.fo: Nýtt fimleikaár fyri framman

Nú summarið er við at fara, og heystið er í nánd, merkir hetta eisini, at fimleikurin fer at byrja aftur skjótt.

Mánadagin 9. september byrja øll breiddarlið at venja. Lýst verður nærri um venjingartíðirnar í bløðunum og á heimasíðuni.
Nærri kunning viðvíkjandi kappingarliðunum verður eisini at frætta her á síðuni í komandi døgunum.

Vit í Støkk gleða okkum at síggja nógvar íðkarar til komandi fimleikaár!