HEIM
21.11.2011

Støkk 45 ár

Tann 23. november 2011 eru 45 ár liðin síðani Fimleikafelagið Støkk varð stovnað. Felagið hevur í dag yvir 600 íðkandi limir í øllum aldri.

Søgan
Fimleikafelagið Støkk varð stovnað 23. novembur í 1966. Stovnararnir vóru Jóhanna og Kaj Aage Troest og Svava og Johan Kjeld. Teir báðir, Kaj Aage og Johan, sum báðir eru úr Havn, vóru vanir at gera fimleik, og tá teir nýgiftir og nýútbúnir lærarar komu á Skálafjørðin at búgva, ynsktu teir framhaldandi at gera fimleik. Teir avgjørdu síðani at seta fimleikafelag á stovn. Nakað av fimleiki hevði verið á staðnum frammanundan, men fimleikurin var ikki skipaður í nakað felag. Síðani 1966 hevur fimleikafelagið Støkk verið virkið allatíðina, og ein av stovnarunum, Jóhanna Troest, hevur verið virkin í felagnum øll hesi árini.

Felagið í dag
Felagið hevur í dag yvir 600 aktivar fimleikarar í øllum aldri. Felagið leggur stóran dent á, at øll skulu hava møguleika at íðka fimleik. Breiddarfimleikurin fyllir tískil nógv í felagnum, og harumframt verður nógv orka løgd í kappingarfimleikin, bæði innan estetiska- og reiðsskapsfimleikin. Størsta avbjóðingin hjá felagnum, hesi seinastu nógvu árini, hevur verið at hýsa øllum teimum mongu fimleikarunum. Í løtuni verður vant í fimm hallum, so tað er at gleðast um at Runavíkar kommuna væntandi setur spakan í eina nýggja størri fimleikahøll á vári 2012.
Forkvinna í felagnum, tey seinastu mongu árini, er Jastrid Weihe.

Móttøka og Fimleikafagnaður
Í samband við at tað eru liðin 45 ár síðan felagið varð stovnað, verður skipað fyri móttøku mikudagin tann 23. nov. 2011 frá kl. 17.00-19.00 í kantinuni í skúlanum við Løkin . Okkurt leskiligt verður bjóðað til matna, og kl. 18.00 verður framførslan hjá Støkk av Fimleikafagnaðinum 2011, sum felagið fyrr í hesum mánaði vann, framførd í Løkshøll. Øll eru hjartaliga vælkomin!