HEIM
20.03.2020

Støðulýsing 20.03.20

Nú ein vika er farin aftur um bak, síðan átøk vóru sett í verk, til tess at skipa samfelagið so skilvíst sum gjørligt, nú korona-sóttin herjar, var ætlanin, at partarnir skuldu hittast aftur í dag, men støðan, mett í mun til smittuvandan, gjørdi, at samskift var á annan hátt enn í vanligum fundarforum. Enn er støðan støðug, tí verður hildið fast um átøkini, sum sett vórðu í verk fyri viku síðani. Broytist støðan í vikuskiftinum ella fyrst í næstu viku, verður málið tikið upp so skjótt sum hildið verður neyðugt.

Dagstovnarnir eru týðandi stovnar í gerandisdegnum og í hesum døgum serliga vitalir, skal samfelagið hóra undan við skinninum á nøsini so nøkunlunda. Trivnaðarleiðarin og borgarstjórin vitjaðu í dag Sóljuhjarta í Søldarfirði og Sellan á Skála. Blussið er lægri enn tað plagar, men stovnarnir virka.

Talið av børnum við serligum tørvi á dagtovnatilboðum hesa vikuna hevur ligið millum 12 og 16 børn. Á hvørjum stovni sær hevur ein stova verið opin, og starvsfólk hava verið um ein barnahóp frá einum til fýra børn. Flestu foreldrini hjá hesum børnum hava starvast innan heilsu- og eldraøkið, á framleiðsluvirkjunum í økinum - umframt einstøk í matvørukrambúðum og á øðrum týðandi starvsøkjum.

Talið av børnum, ið annars hava fingið játtað serligt dagstovnatilboð, er nakað størri enn staðfesta dagliga talið av børnum, og kemst hetta helst av tí, at foreldrini skipa seg heima dag fyri dag, um gjørligt, og uppmøtingin kann í einstøkum førum eisini vera ávirkað av vandanum fyri smittuspjaðing.

Vit vita at foreldrini gera tað tey megna fyri at ansa egnum børnum við hús, og eisini at leiðslur og starvsólk á dagstovnaøkinum gera sítt ýtarsta fyri at útvega neyðugu undantøkini.

Við í miðal 14 børnum á dagstovni og frítíðarskúla, av einum samlaðum talið á 421 børn, er talan um eina avbera góða undirtøku fyri átakinum at forða smittuspjaðing, borgararnir taka ábyrgd í hesum døgum, og vónandi og væntandi fer tað at síggjast aftur í samfelagsstrukturinum í ókomnum døgum og vikum.

Í hesum og komandi døgum er umráðandi, at allir liðirnir í tilbúgvingini ímóti koronasjúkuni samvirka. Dagstovnøkið er ein týðandi liður á hesum mótinum, avgerandi fyri at fleiri aðrir vitalir lutir í samfelagnum kunnu virka, tí eru vit takksom fyri, at tey virkandi leggja sín góða lut í verkætlanina, har vit sum samfelag royna at koma ígjøgnum hesar trongdartíðir, vit eru partar av fyri tíðina.

Umráðandi er eisini, at vit støðugt hava okkum fyri eyga, at fylgja myndugleikakrøvunum.