HEIM
27.05.2019

Steypadystur við Løkin í kvøld  

Kl. 19 í kvøld leika tey bæði Betri-deildar liðini í Runavíkar kommunu annan av trimum landskappingardystum í ár. Fyrsti dysturin varð leiktur Undir Mýruhjalla á Skála hin 30. mars, og vann Skála tann dystin 2-0.

Áðrenn kappingin byrjaði valdi Runavíkar kommuna at seta út eitt steyp til tey bæði liðini, Skála og NSÍ, at kappast um. Skála hevur havt Skálafjarðarsteypið, sum tað verður rópt, í varðveitslu síðani fyrsta dystin. Samsvarandi treytunum varðveitir Skála steypið í varðveitslu, um liðið vinnur dystin í kvøld ella dysturin endar javnur. NSÍ skal vinna dystin í kvøld fyri at fáa steypið í varðveitslu til næsta og seinasta dystin í ár, tá ið avgerðin fellur um hvør vann Skálafjarðarsteypið tað fyrsta av trimum árum.

 

 Reglugerðin og treytirnar fyri at vinna steypið til ognar eru hesar:

  • Liðið, sum vinnur fyrsta innanhýsisdystin í 2019, fær steypið í varðveitslu. Endar fyrsti dystur við javnleiki, verður brotssparksskapping um steypið.
  • Liðið, sum hevur steypið í varðveitslu, varðveitir hetta, um tað vinnur ella spælir javnleik. Tað vil siga, at hitt liðið skal vinna ein dyst fyri at fáa steypið í varðveitslu.
  • Tá ið dystirnir í einum kappingarári eru av ímillum hesi bæði liðini, fær tað liðið, sum hevur staðið seg best í innanhýsis dystum, steypið í varðveitslu til næsta kappingarár, táið innanhýsis kappingin verður tikin uppaftur. Samlaða støðan eftir triðja og seinasta dystin millum liðini í einum ári, ger av, hvør er vinnari tað árið, - eftir hesum treytum:
  1. Liðið við flestu stigunum í innanhýsisdystunum vinnur steypið fyri árið.
  2. Stendur á jøvnum í stigum í innanhýsisdystunum ger málstøðan í hesum somu dystum av hvør vinnur fyri árið.
  3. Stendur framvegis á jøvnum samsvarandi 1) og 2), verður brotssparkskapping eftir triðja og seinasta dystin í árinum. Hendan ger tá av hvør er vinnari fyri árið.

 

Liðið, sum fyrst vinnur steypið trý kappingarár tilsamans, fær steypið til ognar.