HEIM
10.06.2016

Starvslýsing: Húsavørður til Bylgjuna og samskipari til ítróttar- og mentanarøkið í Runavík

Søkt verður eftir húsavørði til Bylgjuna og samskipara til ítróttar- og mentanarøkið í Runavík.

Ítróttar- og mentanarøkið við Løkin í Runavík er í stórari menning. Ítróttarøkið fevnir um vøllin við Løkin, Bylgjuna við ítróttarhøll og fimleikarhallum og eina komandi svimjihøll. Mentanarøkið fevnir um fleiri stovnar, Løkshøll, Bókasavnið við Løkin og Skúlan við Løkin.

Húsavørður til Bylgjuna
Søkt verður eftir einum húsavørði til Bylgjuna.

Bylgjan er ein nýggjur og snotiligur bygningur, og ynskir kommunan at varðveita og menna bygningin.

Húsavørðurin fær ábyrgd av at tryggja røkt og viðlíkahald av bygninginum í samráð við teknisku deild hjá kommununi.

Húsavørðurin fær eisini ábyrgd av at skipa reingerðina og arbeiðið hjá reingerðartoyminum.

Nógvar framkomnar tekniskar skipanir eru, sum bæði skulu stýrast, gagnnýtast og mennast.

Vit sóknast tí eftir eini eldsál at halda okkara snotiliga bygning í góðum standi og at syrgja fyri at teknisku skipanirnar virka.

Førleikar
Rætti umsøkjarin hevur hondverkaraútbúgving, góðan tekniskan sans, gott eyga fyri røkt, og er nærlagdur og sjálvmotiverandi.

Starvsstaðurin verður í Bylgjuni. Húsavørurin skal tó eisini vera fúsur at hjálpa til á øðrum ítróttar- og mentanarstovnum hjá kommununi, um tørvur er á tí, t.d. í samband við størri tiltøk.

Samskipari til ítróttar- og mentanarøkið
Søkt verður eftir einum samskipara til ítróttar- og mentanarøkið í Runavík, sum skal skipa og skapa innhald í frálíku karmarnar.

Samskiparin fær ábyrgdina av at leiða og skipa virksemið í Bylgjuni, bæði tá tað snýr seg um ítróttafeløg, fastar leigarar, útleigan umvegis netið og stór og lítil tiltøk. Samskiparin fær eisini ábyrgdina av at fáa til vega og skipa fyri tiltøkum í Løkshøll.

Samskiparin kemur at virka í tøttum samstarvi við húsavørðin í Bylgjuni og við leiðslurnar á Bókasavninum við Løkin, í Skúlanum við Løkin og tekniska samskiparan í Løkshøll.

Førleikar
Vit seta ikki krav um ávísa útbúgving, men vit ynskja, at rætti umsøkjarin hevur innlit í ítrótt og mentan, dugir at hugsa yvirskipað, hevur hugflog og er nýskapandi, hevur fíggjarligt skil, er stinnur í teldunýtslu og dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

Starvstaðurin er í Bylgjuni og í Løkshøll.

Fyri bæði størvini er galdandi
Húsavørðurin og samskiparin koma at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt, og mugu teir tí tola og vera virknir í hesum broytingum.

Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í íttrótar- og mentanarstovnunum við Løkin og er tað tí ein treyt, at húsavørðurin og samskiparin eru fyrikomandi og tænastusinnaðir.

Virksemi er í Bylgjuni frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið, og verða arbeiðstíðirnar tilrættislagdar eftir tørvi. Roknast má við úrtíðararbeiði. Húsavørðurin og samskiparin mugu vera fleksiblir og vælskipaðir.

Løn
Løn er eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála.

Setan
Miðað verður eftir at seta størvini skjótast tilber við starvsbyrjan 1. august 2016.

Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til Runavíkar Kommunu, Heiðavegur 26, 600 Saltangará, ella við telduposti til runavik@runavik.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 27. juni kl. 12.

Nærri kunning
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, við telduposti til solvi@runavik.fo ella við at ringja á tel. 221226.