HEIM
09.08.2017

Starvslýsing: Dagligur leiðari til barnaverndartænastuna

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin leitar eftir dagligum leiðara.

Sjóvar, Nes-, & Runavíkar kommuna reka felags barnaverndartænastu, sambært § 4, stk. 1, 4, 5 og § 6, stk. 2, í Barnaverndarlógini. Barnaverndartænasta er at skilja sum felags barnaverndarnevnd og felags barnaverndarumsiting, sambært § 6, stk. 2, í lógini.

Tær tríggjar kommunurnar hava undirskrivað nýggja avtalu um barnavernd, sum er góðkend av Almannamálaráðnum. Sambært avtaluni er ætlanin, at Barnaverndarumsitingin verður skipað sum ein sjálvstøðug eind, ið skal stjórnast av einum leiðara, sum hevur ábyrgd av dagligu fyrisitingarligu og fíggjarligu leiðsluni. Roknað verður við, at dagligi leiðarin part av avbeiðstíðini fer at virka sum málsviðgeri.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir einum framsøknum leiðara/ málsviðgera til hetta starvið. Evsta markið fyri at lata umsóknir inn er hin 28. august 2017, og ætlanin er, at viðkomandi, ið settur verður, byrjar í starvinum hin 1. oktober 2017.

Hetta snýr seg um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Uppgávurnar hjá Barnaverndartænastuni fevna m.a. um at menna tænastu, málsviðgerð, kanningar og samrøður við bæði børn og vaksin. Ein partur av virkseminum er eisini at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis – fyri at hesi kunnu hjálpast til ein tryggan uppvøkstur.

Samlaða játtanin til Barnaverndartænastuna er í fíggjarárinum 2017 áleið 11 milliónir krónur. Tænastan er nógv vaksin hesi seinastu árini, og tí varð hildið rættast at skipa hana sum sjálvstøðuga eind. Frameftir er umráðandi, at leiðslan fyri tænastuni, politisku skipanirnar í teimum trimum kommununum og fíggjarligu heimildirnar, ganga hond í hond. Tí krevst neyv fíggjarstýring innanvert karmarnar av lóggávu og kunngerðum.

Barnaverndarumsitingin ger nýtslu av umsitingarligu skipanunum, t.d. journal-, bókhalds- og telefonskipanini hjá Runavíkar kommunu. Í øðrum viðurskiftum enn barnaverndarmálsviðgerðum vísir Barnaverndarumsitingin til borgarstjóran í Runavíkar kommunu, sum er ovasti fyrisitingarleiðari og er bindilið millum kommunurnar í samstarvinum. Felags barnaverndarnevnd er fyri alt økið, og í høpinum er ein nýggjur stýrisbólkur settur, mannaður við teimum trimum borgarstjórunum, ið skal stjórna gongdini í samstarvinum, leggja fíggjarætlanir, tryggja, at árligu játtanirnar verða hildnar, og at hava eftirlit við, at starvsfólkaorka og starvsfólkaviðurskifti eru nøktandi til at fremja góða og nøktandi barnaverndarmálsviðgerð.

Meginuppgávurnar í starvinum eru:

• at hava leiðsluligu og fakligu ábyrgdina av Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin, soleiðis, at hendan til eina og hvørja tíð verður dagførd og virkar í tráð við galdandi lógir og reglur

• at virka sum leiðari hálva tíð og málsviðgeri hálva tíð

• at luttaka á leiðarafundum á Barnaverndarstovuni og øðrum viðkomandi fundum við samstarvsfeløgum

• at hava ábyrgd av fakligu menningini í Barnaverndartænastuni

• at hava ábyrgd fyri trivnaðinum í Barnaverndartænastuni

• at hava fíggjarliga ábyrgd av játtanini hjá Barnaverndartænastuni

• at ganga á odda, fylgja við og kunna seg um ta menning, sum fer fram á økinum

• at hava ábyrgd av, at tilmælir til Barnaverndarnevndina eru fakliga væl undirbygd

• at hava ábyrgd av, at Barnaverndarlógin, Fyrisitingarlógin v.m. verða fylgdar

• at hava ábyrgd av SSP-samstarvinum

• at hava ábyrgd av tvørfakliga samstarvinum

• at hava ábyrgd av hagtalsskipanini.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin (BVS) væntar, at umsøkjarin hevur:

• viðkomandi útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir, sum eru viðkomandi í mun til barnaverndarøkið

• góð samstarvsevni, er fleksibul og ikki minst eigur samstarvsvilja í sær

• virðing fyri og vilja til at samstarva við politisku skipanina

• í sær evnini at vera ábyrgdarfullur, miðvísur og kann arbeiða sjálvstøðugt

• evnini at vera positivur og førleikan at síggja, finna og fremja skilagóðar loysnir.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn:
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til: Runavíkar kommunu, Heiðavegur 26, FO-600 Saltangará, ella til teldupostadressurnar: runavik@runavik.fo og tobbi(at)runavik.fo.

Freist:
Umsóknin skal vera Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi hin 28. august 2017. Meira fæst at vita um starvið, við at ringja til Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra, á telefon 237015, ella til skrivaran Dinnu Jensen, á telefon 237021.

BVS tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og um neyðugt at lýsa starvið av nýggjum.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin (BVS)
Heiðavegur 26,
FO-600 Saltangará,
Føroyar.

Kommunurnar hava samstarvað um barnavernd síðani 1. januar 2006. Samanleggingar av kommunum í økinum hava havt tað við sær, at Sjóvar, Nes- & Runavíkar kommuna nú einsamallar varða av barnaverndini í einum øki, har gott og væl seks túsund fólk búgva. Nýggj og dagførd avtala er gjørd ímillum kommurnar fyri kortum, sum er góðkend av Almannamálaráðnum.

23 bygdir eru í økinum og Barnaverndartænastan við Skálafjørðin (BVS) heldur í løtuni til í skrivstovum í Saltangará, í grannalagnum hjá umsiting Runavíkar kommunu. Leiðarin, ið settur verður, kemur saman við Stýrisbólkinum at gera av, hvussu BVS verður skipað, eisini starvsfólkum viðvíkjandi.

Tak starvslýsingina niður (pdf)