HEIM
02.11.2017

Starvslýsing: Bókavørður til Bókasavnið við Løkin

Runavíkar Kommuna lýsir við hesum eftir bókavørði til Bókasavnið við Løkin.

Bókasavnið við Løkin hevur seinnu árini staðið frammaliga í myndini, tá um tiltøk og verkætlanir ræður, og sum leiðari av bókasavninum fært tú góðar møguleikar at mynda bókasavnið og virksemið í tí.

Bókasavnið við Løkin er staðsett í mentanardeplinum við Løkin, sum eisini hýsir Skúlanum við Løkin og Løkshøll. Bókasavnið við Løkin er eitt fólkabólkasavn, og er samstundis skúlabókasavn hjá Skúlanum við Løkin.

Lagt er tí upp til spennandi samstarv við ymsu mentanarstovnarnar við Løkin. Samstarvsfelagar eru m.o. Løkshøll, skúlin við Løkin og Visit Runavík.

Vit sóknast eftir einum bókavørði, sum brennir fyri kjarnuvirkseminum hjá bókasavninum og sum eisini hevur hug at gagnnýta karmarnar til mentanarvirksemi í breiðastu merking.

Tú ert útbúgvin bókavørður ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og/ella royndir.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv. Løn eftir avtalu.

Umsóknir til starvið sum bókavørður á Bókasavninum við Løkin skulu latast inn í seinasta lagi mikudagin 15. nov. 2017 umvegis heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu, www.runavik.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, á tel. 221226 ella við telduposti til solvi@runavik.fo

Sí lýsingina her.

Søk starvið á netinum her.