HEIM
11.12.2017

Starvsfólk til Kunningarstovuna í Runavík

Søkt verður eftir starvsfólki til Kunningarstovuna í Runavík. Starvið er hálvtíðarstarv og verður sett 1. februar 2018 ella eftir nærri avtalu.

Runavíkar Kommuna yvirtekur 1. januar 2018 Kunningarstovuna í Runavík og Visit Runavík verður sett á stovn við tí høvuðsendamáli at menna og birta upp undir ferðavinnu sum vinnu, skapa mentanarligar upplivingar í økinum og veita góða tænastu.

Kunningarstovan er mannað við einum leiðara og tveimum starvsfólkum. Starvið á Kunningarstovuni er spennandi og fjølbroytt og er í tøttum samstarvi við aðrar deildir og stovnar í kommununi, umframt við vinnulívið og áhugafeløg.

Uppgávurnar fevna m.a. um:
• At veita vitjandi góða ráðgeving og tænastu
• At marknaðarføra Visit Runavík á talgildum miðlum
• Vanliga skrivstovuavgreiðslu
• Ábyrgd av bookingskipanini
• At samstarva við toymi og mentanardeildina um tiltøk
• At vera við til at røkja heimasíður og aðrar skipanir
• At orða stuttar kunnandi tekstir

Førleikakrøv
• Vit søkja eftir einum fólki, sum hevur áhuga fyri ferðavinnu og mentan.
• Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur og tænastasinnað/ur
• Vit vænta, at tú hevur hollan málkunnleika; serstakliga í føroyskum, enskum og skandinaviskum máli.
• Tað er umráðandi, at tú dugir at væl at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góðar telduførleikar, dugir væl at samskifta og hevur góð samstarvsevni.
• Roknskaparligt innlit

Setanarviðurskifti
• Talan er um hálvtíðarstarv. Starvsstaðurin er á Kunningarstovuni, Saltangará, Heiðavegur 26.
• Byrjanardagurin er 1. februar 2018, ella eftir avtalu. Fyrstu tríggir mánaðirnir í starvinum eru royndartíð.
• Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.

Freist v.m.
• Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Marjuna Niclasen, leiðara, tel 237060 ella at skriva til marjun@runavik.fo, viðmerk “ Starvfólk til Kunningarstovuna”.
• Søk starvið á www.runavik.fo /Leys størv
• Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta 30. des 2017.

Hesi talgildu skjøl vera viðfest umsóknini (pdf e.t.):
• Umsókn
• CV
• prógv
• mynd
• møgulig onnur viðkomandi skjøl sum viðmæli o.t.

Søk starvið her