HEIM
29.09.2014

StartUp Skálafjørður: Almenn framløga á bókasavninum við Løkin

Í gjár var almenn framløga á bókasavninum við Løkin.
17 sera ágrýtnir íverksetarar hava arbeitt intensivt alt vikuskiftið við nýggjum virkishugskotum. 30 hugskot vórðu løgd fram fríggjakvøldið og útav hesum vórðu fýra hugskot útvald at arbeiða víðari við.

Fýra bólkar løgdu fram fyri eini dómsnevnd, ið tók endaliga avgerð um, hvør skuldi fáa virðislønina, sum var ein ráðgevingarpakki frá Vinnuframa, áljóðandi kr 50.000.

Tjadlur hevði vinnandi virkisætlanina.