HEIM
15.09.2014

StartUp Skálafjørður 26.-28. sept.

Startup tiltakið, sum í fyrstu atløgu var ætlað at vera tann 23. til 25. mai, verður nú í staðin í døgunum 26. til 28. september. Tað er Íverksetarahúsið, sum skipar fyri framløgum og verkstovum í samstarvi við Bókasavnið við Løkin. Hetta er skeið har luttakararnir fáa íblástur og ítøkilig amboð at brúka til at menna sítt hugskot um eina vøru ella tænastu, og at stovna egið virkið. Kommunurnar kring Skálafjørðin stuðla eisini tiltakinum.

Íverksetan og bókasavnið, - ein mennandi greipa

Fyri bókasavnið er íverksetan sera spennandi og viðkomandi at arbeiða við. Bókasavnið hevur hølisumstøður til vitjandi at hugsavna seg einsæris ella at arbeiða í felag. Góðar umstøður eru eisini til famløgur og fyrilestrar. Tørvar íverksetarin vitan, so hava vit hópin av bókum, atgongd til grunnar og teldur og netsamband. Sum nakað nýtt, so hava vit framkomnastu útgerð til videofundir. Bókasavnið er eisini eitt væl hóskandi arbeiðspláss til íverksetarar.

Íverksetarahúsið skrivar soleiðis um skeiðið:

Eftir sjey sera góð og produktiv Startup Vikuskifti, gongur leiðin nú inn á Skálafjørðin. Í samstarvi við Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu, fer Íverksetarahúsið vikuskifti 26. til 28. september, at seta fokus á hugskotsríkidømi og íverksetan á Skálafjørðinum. Málið er at fáa fram góð hugskot úr lokaløkinum og at uppbyggja góð produktiv netverk, sum kunnu styrkja íverksetara-innsatsin munandi. Við Startup Skálafjørð seta vit fokus á tað hugskotsríkidømi, sum finst lokalt, og við røttu amboðunum og ráðgeving frá royndum mentorum, fáa vit tjekka, hvussu langt hugskotini røkka. Arbeitt verður við hugskotum frá byrja til sølu og endamálið er, at stuðla uppundir eina vinnuliga realisering av teimum bestu hugskotunum og avbjóðingunum. Øll, ið hava áhuga í íverksetan, og sum ynskja at vera við til at styrkja og menna útboðið av møguleikum og størvum inni á Skálafjørðinum, eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Tiltakið, sum verður á Bókasavninum við Løkin, er ókeypis fyri tey sum luttaka! Kaffi, morgunmatur, frokostur og annað gott verður at fáa.

Vit byrja fríggjakvøldið 26. september kl. 17.00 við fyrilestrum og hugskotum. Síðani koma luttakarnir at arbeiða í bólkum leygardagin og sunnudagin. Seinnapartin sunnudagin verða hugskotini løgd fram fyri einum paneli av dómarum, sum velja besta hugskotið. Vinnuframi letur ein ráðgevingarpakka til eitt virði á kr. 50.000,- til vinnandi hugskotið.

Tilmelding á is@is.fo

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo