HEIM
16.10.2012

Standmynd á Høgabóli

Á mentanvikuni í Runavík verður nýggj standmynd avdúkað á Høgabóli

Talan er um nýggja standmynd, sum verður sett upp á Høgabóli til minnis um merkismannin Símun Simonsen, vanliga nevndur Símun á Høgabóli, sum hevði stórt virkemi á hesum stað.

Avdúkingin av standmyndini er eitt av fyrstu tiltøkunum í mentanarvikuni, sum í ár hevur fingið heitið Skýming.

Standmyndin verður avdúkað leygardagin 20. oktobur kl. 14.30.