HEIM
05.07.2018

Spillivatnsætlanin

Runavíkar kommuna hevur í fleiri ár virkað samsvarandi eini neyvari spillivatnsætlan, og í tí sambandinum hevur býráðið í mong ár brúkt 4-5 milliónir krónur av íløgujáttanini til hetta endamálið um árið. Ætlanin er at halda fram eftir hesum leisti, haðartil komið er á mál. Tað eru 15 bygdir, ið skulu skipast hesum viðvíkjandi, og ætlanin er liðug á Skála, í Elduvík, í Funningsfirði, í Oyndarfirði, í Rituvík og á Glyvrum. Ymiskt er hvussu víðfevndar ætlanirnar eru frá bygd til aðra og Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, sigur, at arbeiðið við ætlanini hevur gingið væl betri enn ætlað. Tað skuldi verið lutfalsliga lætt at fingið t.d. bygdirnar Funning, Æðuvík og Lamba frá hondini, meðan bygdirnar Saltangará, Runavík, Skipanes, Lambareiði og Skálafjørð krevja meiri orku – eisini fíggjarliga.

Í morgun varð sáttmáli skrivaður undir um at fara í holt við spillivatnsætlanina í Søldarfirði. Spf. Voyt í Rituvík hevði lægsta tilboðið og fekk arbeiðið. Tað eru teir báðir Eyðstein Skipanes og Johannes Johannesen sum eiga felagið, og teir byrja at arbeiða hin 13. august í ár, og vænta at vera lidnir hin 17. apríl 2019.