HEIM
10.10.2016

Spillivatn

Eitt av stórmálunum hjá føroyskum kommunum hesi seinastu árini hevur verið at ganga myndugleikakrøvunum á spillivatnsøkinum á møti. Runavíkar kommuna er onki undantak í so máta og landafrøðiliga víðfevni – 15 bygdir – ger, at spillivatnsætlanin er næststørsta verkætlan, sum kommunan nakrantíð er farin undir yvirhøvur. Bara Skúlin við Løkin hevur verið størri í peningamongd.

Tað var skjótt greitt, at Runavíkar kommuna ikki fór at røkka ásetta málinum fyri evsta mark í 2015. Langt frá tí. Hvørki verkliga ella peningaliga bar hetta til. Hinvegin setti býráðið sær fyri at leggja eina ætlan hesum viðvíkjandi, og neyðugar játtanir hava síðani verið raðfestar. Hetta var fráboðað landsmyndugleikanum á økinum.

Byrjað varð í Funningsfirði í 2012 og haðani varð farið til Oyndarfjarðar í 2013. Síðani átti Skála tørn, og nú verður arbeitt við ætlanini í Elduvík og á Glyvrum. Higartil er kommunan frammanfyri egna tíðarætlan, og ætlanin hevur higar fram verið væl bíligari enn væntað. Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, verkfrøðingur á Teknisku deild, hevur staðið og stendur fyri at fremja hesa víðfevndu ætlan.

Hvar sett verður á, eftir at komið er undir land í Elduvík og á Glyvrum, er endalig støða ikki tikin til enn, hóast hildið verður fast um heildarætlanina.