HEIM
15.07.2016

Spennandi tiltak í Oyndarfirði

Eftir ein væleydnaðan Oyndradag herfyri, er spennandi tiltak aftur á skránni longu sunnudagin.

Bygdafelagið í Oyndarfirði, OYÍF, skipar fyri einum forkunnugari útferð norðanfyri við M/S Thorshavn. Farið verður av Gomlu Kai norður á Kalsoynna, tætt fram við Kalsoyarlandinum norð á Kallin, har ríkt fuglalív er at síggja. Frá Kallinum verður siglt vestur til Risan og Kellingina, har fiskað verður eina løtu. Síðan verður siglt tætt fram við landi eystur til Gjáar, og inn á Oyndarfjørð aftur. Í alt varir túrurin áleið 6 tímar.

Tilmelding fer fram við at senda sms boð á 58 48 40 við upplýsingum um navn og tal av ferðandi, umframt eitt kontaktnummar.

Nærri kunning á Facebook síðuni hjá OYÍF

Mynd4 Mynd3 Mynd2 Mynd1