HEIM
12.06.2014

Spennandi myndakapping!

Kunningarstovan í Runavíkar bjóðar til myndakapping í samband við Laksa- og sølutorgið, ið verður leygardagin 19 juli.

Vit ynskja at myndin er tikin onkustaðni í Runavíkar Kommunu.

Tað er bert loyvt at senda eina mynd pr.fólk og tað skal verða ein mynd, ið ein sjálvur hevur tikið.

Tær innkomnu myndinar verða vístar fram á Laksa- og sølutorginum*, har vitjandi sleppa at stemma uppá ta myndina tey halda verða best.

Eitt gávubræv á 500,- verður latið sum vinningur til bestu myndina.

Freistin at lata myndina inn er fríggjadagin 04. juli kl. 12.00. Myndin skal sendast við telduposti til: kunningarstovan@runavik.fo - viðmerk "Myndakapping".

*Vit tilskila okkum rætt at velja ímillum innkomnu myndinar.
**Kunningarstovan kemur at eiga og kunna brúka myndinar, ið verða sendar inn.