HEIM
16.04.2014

Spennandi málningaframsýning í Skúlanum við Løkin á páskum

Størsta luttøka higartil: 55 framsýnarar við 250 málningum
Áhugin frá fólki at taka lut á málingaframsýningini 1. og 2. páskadag hevur ongantíð verði so stórur sum í ár, og talið á málningum er eisini tað størsta higartil: 55 framsýnarar við 250 málningum sýna sínar málningar fram. Tað verður skúlin við Løkin í Runavík sum verður karmur um listaframsýningina.

Málningaframsýningin verður sett av Torbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri 1. páskadag kl. 15,00. Manskór Glyvra Kirkju tekur lut í setanini. Høvi verður at fáa ókeypis kaffi, te og køkur.

Málninga framsýningin verður opin fyrsta og annan páskadag frá kl. 15,00 til kl. 20,00.

Eisini keipumyndir av kendum fólkum
Sum nakað nýtt verða keipumyndir av kendum fólkum sum verða seldar til hægstbjóðandi.

Peningurin sum kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til nýggja skótahúsi í Runavík sum stendur við Løkin, sum nú er karmur um virksemið hjá KFUM- skótunum á Skálafjørðinum.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verði væl umtókt og væl vitja. Framsýnarar eru bæði listafólk sum royna seg fyri fyrstu ferð, og kend listafólk.

Blíðar heilsanir,
KFUM-skótarnir við Løkin