HEIM
22.09.2008

Spennandi fyrilestur við Katrin Olsen á Faroexpo Ráðstevnuni

Spennandi fyrilestur við Katrin Olsen á Faroexpo Ráðstevnuni

Katrin Olsen, føroyskur rógvari á altjóða støði, luttekur á Faroexpo Ráðstevnuni, sum verður hildin í ráðstevnuhølunum í Kelduni í Skálafirði mikudagin 22. oktober kl. 13.00 - 16.45.

Evnið á hennara fyrilestri er "Hvussu kunnu mál flyta mørk?"

Katrin Olsen er 30 ára gomul, útbúgvin lækni og hevur í nógv ár róð í frítíðini. Gjøgnum árini hevur hon sett sær strategisk mál, og hevur hon í ár luttikið í OL í Kina. Katrin hevur víst at til ber flyta seg frá føroyskum kappróðri til DM, HM og OL.

Fyrilesturin fer at snúgva seg um málsetning: hví tú setir tær tílík mál og hvussu tú nært hesum málum. Hvussu kann hetta yvirførast til vinnulívið?

Stuðlar hjá Katrin Olsen: Eik Banki og Tryggingarfelagið Føroyar

Til ber at síggja skránna fyri Faroexpo Ráðstevnuna á www.faroexpo.fo