HEIM
03.07.2007

Sparkivøllurin í Funningsfirði liðugur

Sparkivøllurin í Funningsfirði er nú liðugur. Í kommununi eru frammanundan komnir vallir í Lamba, í Søldarfirði og í Oyndarfriði og teir verða nógv nýttir.

ÚF visti í vikuni hesi tíðindi um sparkivallir:
Sparkivøllir verða bygdir sum ongantíð áður. Við stuðli frá europeisku fótbóltssamgonguni UEFA hava kommunurnar kring landið skjótt bygt 40 nýggjar sparkivøllir í bert tvey ár. Kortini er sparkitørvurin ikki nøktaður. Fótbóltssamband Føroya hevur ikki megnað at gingið øllum umsøkjarum á møti.

Nógvar kommunur, sum ongantíð hava megnað at bygt fótbóltsvøllir, hava nú fingið ein sparkivøll. UEFA setti sær á 50 ára føðingardegnum fyri at menna fótbóltin hjá øllum limalondunum - millum annað í Føroyum. Og byrjað verður við børnunum.

Higartil eru 33 nýggir vøllir við at verða lidnir. Og til heystar verða síðstu sjey sparkivøllirnir bygdir. Tá hava Føroyar fingið knappar fimm millónir krónur í stuðli frá europeisku fótbóltssamgonguni. Restina av kostnaðinum rinda kommunurnar sjálvar.