HEIM
12.09.2012

“Spakin” settur í fyri nýggju fimleikahøllini

Eini 300 fólk høvdu leitað sær út til ítróttahøllina í Runavík í gjár, tá gongd varð sett á arbeiðið at gera nýggja fimleikahøll.

Byrjað var á økinum, har fimleikahøllin skal standa. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Kári E. Jacobsen, mentanarnevndarformaður, Sigmar Davidsen, formaður í Støkk, og Sjurður Holm, stjóri í Búsetur fluttu fram røður.

Síðani setti Magnus Rasmussen, borgarstjóri, "spakan" í. Spakin var í hesum førinum ein stór broyt. So her sást munur beinanvgein.

Farið varð inn í ítróttarhøllina, har Runavíkar Kommuna bjóðaði sergjørda lagkøku og muffins. Jóannes S. Hansen leikti fyrstu løtuna á harmoniku, og síðani høvdu ymisk kappingarlið hjá Støkk eina framsýning.

Løtan var sera hugnalig, og stuttligt var at síggja so nógv fólk, ið øll eru spent til at síggja nýggju fimleikahøllina um eitt gott ár.

Nú verður arbeiðsøkið sperrað av, og so verður farið í gongd. Nýggja høllin verður samanbygd við verandi ítrótahøll. Ætlanin er at órógva virksemið í henni sum minst, tí verður arbeitt við nýggju høllini, so leingi sum til ber, áðrenn veggirnir í gomlu høllini verða tiknir niður.

Myndarøð: {39BE09BF-774E-4C4A-953E-D18940C93A93}