HEIM
22.01.2014

Spæliplássið í Søldarfirði

Ì summar varð spæliplássið í Søldarfirði sett í stand, við hjálp frá kommununi og ikki minst bygdafólkinum. Tvær smáttur eru settar upp, onnur gjørd á Tekniska Skúla í Klaksvík, meðan bygdamenn í Søldarfirði hava gjørt hina. Ein ætlan er gjørd fyri spæliplássið og øki uttanum. Gøtur skulu gerast í viðarlundini, el skal leggjast, grillstaður gerast, og skeltir við gomlu staðarnøvnunum í bygdini setast upp. Spæliplássið er nú vorðin ein sonn perla, sum er við til at skapa trivna í kommununi.