HEIM
13.03.2012

Sølvi Reinert Hansen varalimur í norðurlendskari nevnd

1. januar vórðu tveir stovnar hja Norðurlendska Ráðharraráðnum, Nordens Institut í Finlandi og Kulturkontakt Nord, lagdir saman. Samstundis skuldi eitt nýtt stýri fyri samanlagda stovnin, Kulturkontakt Nord, veljast.

Norðurlondini býttu stýrislimirnar millum sín, og eiga Føroyar fyrsta tíðarskeiðið varalim í stýrinum.

Eftir innstilling frá Mentamalaráðnum er Sølvi Reinert Hansen, leiðari av mentanardeildini í Runavíkar Kommunu, valdur sum varalimur í stýrinum fyri Kulturkontakt Nord, umboðandi Føroyar.

Kulturkontakt Nord, sum hevur høvuðssæti í Helsinki, arbeiðir bæði við at útbreiða kunnleikan um norðurlond í Finlandi, og við at veita stuðul til norðurlendsk mentafólk. Stuðulin verður veittur sambært tveimum skipanum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, einari stuðulsskipan fyri mentan og list (um 2 mió. evrur árliga), og einari stuðulskipan fyri mentanarligt samstarv millum norðurlond og baltiska økið (um 1,6 mió. evrur árliga).

Les meira um skipanina á heimasíðuni hjá Kulturkontakt Nord www.kulturkontaktnord.org.