HEIM
01.04.2011

Sølvi Reinert Hansen nýggjur mentanarleiðari

Runavíkar býráð hevur á fundi 31. mars 2011 sett Sølva Reinert Hansen í starv sum mentanarleiðara hjá kommununi. Sølvi er 40 ára gamal, útbúgvin í samtíðarsøgu og norðurlendskum, hevur fleiri faklig skeið og fjølbroyttar arbeiðs- og leiðsluroyndir. Hann byrjar í starvinum í mai mánaði.

Býráðið hevur gjørt av at seta á stovn eina mentanardeild í umsitingini, og leiðarastarvið á deildini er tí nýtt. Arbeiðsøkið hjá mentanardeildini verður m.a. fólkaskúlarnir, kvøldskúli, musikkskúli, ítróttur, fornminnisfeløg og tiltøk av ymsum slag.