HEIM
02.11.2009

Sølurásin á Skála

SøluRásin 2009 verður í høllini á Skála vikuskiftið 7 og 8 november.
Hetta er ein afturvendandi sølustevna, sum Skála Ítróttarfelag,
Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan skipa fyri.
Stevnan hevur altíð verið væl vitjað, og er høllin fullsett við framsýnarum.
Eisini verður undirhald báðar dagarnar.
Nevnast kann, at leygardagin verður gyklarin Ásbjørn og Freki Finn og
seinni koma Juliannu Boys og country kongurin Hallur Joensen og vinir
at undirhalda.
Sunnudagin verður eisini ymiskt á skránni.
Lisa Frederiksberg syngur saman við øðrum og stórt vørutombola
verður uppi í bygdasalinum.
Seinni á degnum kemur Trøllafamiljan at vitja og Jens Marni Hansen
kemur á pallin at syngja.
Umframt alt hetta verða tvær mótasýningar hvønn dagin.
Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verður á pallinum um
ymsar vinningar millum seld atgongumerki fyri dagin.
Høvuðsvinningar eru tveir kekkar á 5000 kr har trekt verður millum
øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar.
Ein kann altíð keypa sær fleiri barnaatgongumerki á 20 kr – fleiri seðlar,
størri er møguleikin fyri at vinna.
Børn undir skúlaaldur gjalda einki.