HEIM
07.11.2013

SøluRásin á Skála 2013

SøluRásin 2013 verður í høllini á Skála vikuskiftið 9. og 10. november.
Hetta er ein afturvendandi sølustevna, sum Skála Ítróttarfelag,
Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan skipa fyri.

Hetta er 16 árið stevnan er, og hevur hon altíð verið væl vitjað.
Eisini verður ymiskt undirhald báðar dagarnar.

Nevnast kann, at leygardagin kemur Sámal Ravnsfjall at syngja á pallinum.Trølla Pætur og Trølla Omman plaga at seta sín stóra dám við undirhaldi bæði fyri børnum og vaksnum. Síðst á kvøldinum koma Jens Marni Hansen og Pauli Magnussen upp á pallin at syngja og spæla.
Sunnudagin verður eisini ymiskt á skránni. Kular Røtur koma at undirhalda á pallinum, og seinni um kvøldið spæla Eyðun Nolsøe
og Terji Rasmussen.
Vørutombola verður uppi í bygdasalinum sunnudagin. Umframt alt hetta verða tvær mótasýningar hvønn dagin.
Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verður á pallinum um
ymsar vinningar millum seld atgongumerki fyri dagin.
Høvuðsvinningar eru tveir kekkar á 4000 kr. millum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar, sum verða trektir sunnukvøldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin á SøluRásina 2013 í høllini á Skála.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/D5C80C77-81B6-4931-AE1F-0996709D52DB.doc
Attachment2: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/58682735-B142-437E-A928-60D533BD2400/D5C80C77-81B6-4931-AE1F-0996709D52DB.docx
Attachment3: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/C43BF803-0D11-4BFD-BF6E-3B7EC8B249AF/D5C80C77-81B6-4931-AE1F-0996709D52DB.pdf