HEIM
07.11.2014

SøluRásin á Skála

SøluRásin 2014 verður í høllini á Skála vikuskiftið 8. og 9. november.

Hetta er ein afturvendandi sølustevna, sum Skála Ítróttarfelag,
Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan skipa fyri.
Hetta er 17 árið stevnan er, og hevur hon altíð verið væl vitjað.

Ymiskt undirhald verður báðar dagarnar.
Nevnast kann, at leygardagin kemur Lovsongsbólkurin úr Kelduni í Skálafirði at syngja á pallinum. Fløguaktuelli klovnurin BUBU kemur at undirhalda bæði við sangi og klovnakynstri. Um kvøldið kemur Døgg saman við øðrum at syngja og spæla. Sigast skal, at Døgg saman við
øðrum arbeiðir í løtuni við at geva fløgu út.

Sunnudagin verður eisini ymiskt á skránni m.a. koma Rakul Ró og Steintór at framføra teir vælkendu barnasangirnar, sum vit kenna frá Kulum Rótum.
Seinni hetta kvøldið kemur Signar í Homrum sjálvur annar at syngja. Hann er kendur runt landið við sínum góðu sangum t.d. Tað er gott at elska.

Vørutombola verður uppi í bygdasalinum sunnudagin.

Umframt alt hetta verða tvær mótasýningar hvønn dagin.

Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verður á pallinum um
ymsar vinningar millum seld atgongumerki fyri dagin.
Høvuðsvinningar eru tveir kekkar á 4000 kr. millum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar, sum verða trektir sunnukvøldið.
Fleiri barnaatgongumerki á 20 kr tit keypa, størri er møguleikin at
vinna.

Øll eru hjartaliga vælkomin á SøluRásina 2014 í høllina á Skála.

SøluRásin á Skála