HEIM
30.10.2012

SøluRásin 2012

Sølustevna hevur verið í høllini á Skála hvørt ár síðani 1998 og í ár er onki undantak. Ársins sølustevna er sostatt tann 15. í røðini og er í vikuskiftinum 3. og 4. november. Sum tey undanfarnu árini eru fleiri handlar at vitja og spennandi tiltøk til allar aldursbólkar.
Tað eru feløgini á vestara armi á Skálafjørðinum sum skipa fyri
Skála Róðrarfelag - Skála Ítróttarfelag - StÍF og Strálan.

Skráin
Leygardagin 3. November
15.30 SøluRásin 2012 letur upp
16.30 Trølla Pætur og Trølla Omman
17.30 Mótaframsýning
19.00 Signar í Homrum (fløguaktuellur)
20.00 Mótaframsýning
21.00 Búgvi og Gunnar (fløguaktuellir)
21.45 Drigið verður millum seld atgongumerkir leygardagin
22.00 SøluRásin letur aftur

Sunnudagur 4. November
15.30 SøluRásin 2012 letur upp
16.30 Mótaframsýning
17.15 Vørutombola í bygdasalinum
18.00 Kular Røtur
19.00 Mótaframsýning
20.00 Eyðun Nolsøe og Kim Hansen
21.00 Drigið verður millum seld atgongumerkir sunnudagin
(Høvuðsvinningur 2 kekkar á 4000 kr. verður drigin fyri seld atgongumerki fyri báðar dagar)
21.15 SøluRásin 2012 letur aftur