HEIM
18.09.2007

Sølu Rásin 2007

SøluRásin 2007

Vikuskiftið 3 og 4. nov í høllini á Skála

Tann væl umtókta sølustevnan verður fyrsta vikuskiftið í
november mánaða. Tað eru 4 feløg á vestara armi á Skála -
fjørðinum Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan, sum standa saman um stevnuna. Hetta er tígginda árið á rað, ið stevnan verður, og altíð hevur hon verið fyrsta vikuskiftið aftan á Allahalgannadag.
Stevnan hevur altíð verið væl vitjað bæði av framsýnarum og
vitjandi.
Er man komin inn í november mánaða, so byrjar at styttast til
jóla, og á eini slíkari stevnu eru fólk oftani úti um seg at keypa tær fyrstu jólagávurnar ella kanska eisini jólastásið. Handlarnir geva ofta góð tilboð.
Eisini verður ymiskt undirhald á pallinum hesar dagarnar bæði fyri børn og vaksin.
Bæði kvøldini verður drigið millum seld atgongumerki fyri tann dagin, og eru hetta vinningar, sum handlarnir hava
givið. Við tað, at vit hava 10 árs jubilæum, so verður drigið
sunnukvøldið millum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar 3 kekkar á 5000,-kr.
Er tað onkur, sum fegin vil koma á stevnuna við einum bási, so er bara at ringja og spyrja seg fyri, ella senda post gjøgnum telduna.
Tlf 216500 ella 447189 mail ag2112g9@skulin.fo