HEIM
23.12.2011

Søkt verður eftir tekniskum leiðara

Runavíkar kommuna við hesum eftir tekniskum leiðara.
Høvuðsverkevni:
• Leiðsla á Teknisku deild
• Býar- og byggiplanlegging
• Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
• Fíggjarliga stýring og eftirlit við
tekniska økinum
• Stýring av kommunalum
viðlíkahaldsarbeiði
• Luttøka í dagligum umsigarligum
uppgávum v.m.
• Projekteringsarbeiði og eftirlit
• Uppmátingar-, kortleggingar- og
skrásetingararbeiði
Førleikakrøv:
• Verkfrøðingur, arkitektur, byggifrøðingur,
ella onnur viðkomandi
útbúgving
• Royndir í omanfyri nevndu
arbeiðsøkjum
• Førleika í projekteringsarbeiði og
byggilist
• Munnligan og skrivligan málførleika
• Hollan telduførleika
• Opin og fyrikomandi
• Evni at eggja og ganga undan
• Leiðsluroyndir/-førleikar
Løn sambært sáttmála við avvarandi
yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til borgarstjóran á
telefon 41 70 00.
Starvið verður at seta 1. mars 2012,
ella eftir nærri avtalu.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av
prógvi og møguligum viðmælum,
skal verða kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 23. januar 2012.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir
umsøkjarar eru, skilar kommunan
sær rætt til at søkja av nýggjum.

Attachment2: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/58682735-B142-437E-A928-60D533BD2400/4CFD3B90-FB82-48C3-BE01-EE1C17B39726.pdf