HEIM
14.12.2011

Søkt verður eftir bókavørði til Bókasavnið við Løkin

Runavíkar Kommuna lýsir við hesum eftir bókavørði til Bókasavnið við Løkin.

Bókasavnið hevur egin høli í sama bygningi sum Skúlin við Løkin og Løks- høll. Bókasavnið er nýtt, og fært tú tí góðar møguleikar at mynda bókasavnið og virksemið í tí.

Tú fært ábyrgd av dagliga rakstrinum av bókasavninum, innkeypi av bókum, fyriskipan av tiltøkum v.m.

Bókasavnið við Løkin verður eisini nýtt sum skúlabókasavn, og kemur tú dagliga at samstarva við skúlabókavørðarnar
á Skúlanum við Løkin.

Runavíkar Kommuna leggur dent á, at setti bókavørðurin mennir tilboðini og tekur stig til fjølbroytt virksemi á bókasavninum.

Tú ert útbúgvin bókavørður ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og/ella royndir. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv. Løn eftir avtalu.

Umsóknir um starvið sum bókavørður á Bókasavninum við Løkin skulu sendast í seinasta lagi 16. jan. 2012 við posti til:

Runavíkar Kommunu
Heiðavegur 26
600 Saltangará.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Sølva Reinert Hansen, Mentanarleiðara, á tel. 417080 ella við telduposti til solvi@runavik.fo

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/B0CCB1D0-2F1B-43D1-BA93-A96ADC305E73.pdf