HEIM
21.08.2012

Søguligur dagur í Skála skúla

Summarfrítíðin er av á hesum sinni og í gjár var farið aftur í skúla. Í Skála skúla var hettar ein søguligur dagur tí fyri fyrstu ferð byrjaði ein forskúlaflokkur í skúlanum.
Í flokkinum verða 12 børn, sum í gjár høvdu eina hugnaliga og spennandi løtu saman við lærarum.
Bæði børn og lærarar gleða seg at koma í gongd. Fyrstu tíðina verður dentur lagdur á at koma at kenna skúlan og hvønn annan.
(runavik.fo/skalaskuli)