HEIM
21.01.2020

Søk um mentanarstuðul

Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul, og verður stuðulin útlutaður tríggjar ferðir um árið.

Søkt verður við serligum oyðublaði. Oyðublaðið kann takast niður her Mentanarstuðul-oyðublað 2020 (177 kb doc).

Freistin at vera við í fyrstu útlutingini í 2020 er 10. februar 2020. Tá skal oyðublaðið saman við frágreiðing og fíggjarætlan latast kommununi umvegis teldupost til runavik@runavik.fo.

Tá freistin er farin, viðgerð mentanarnevndin hjá Runavíkar kommunu innkomnu umsóknirnar og letur stuðul.

Reglugerðin fyri mentanarstuðulin sæst niðanfyri:

-Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verkætlanum í Runavíkar kommunu.
-Fæið, verður latið sambært hesum ásetingum:
-Mentanarnevndin játtar stuðulin eftir tilmæli frá Mentanardeildini.
-Lýst verður í bløðunum og á heimasíðuni hjá kommununi um, at til ber at søkja stuðul, og nær freistin er at søkja.
-Tiltøkini ella verkætlanirnar, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.
-Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Runavíkar kommunu í hesum árinum. Tó kunnu tey eisini vera á øðrum staði, um mett verður, at tey varpa ljós á Runavíkar kommunu.
-Í umsóknini um stuðul skal vera nágreinilig kunning um innihaldið og eisini eitt fíggjarligt yvirlit, sum greinar kostnaðin av tiltakinum. Kontaktpersónur og ábyrgdarfólk skal nevnast.
-Tiltøk, ið hava egin- ella aðra fígging enn bert kommununnar, hava fyrimun í viðgerðini, um tey annars verða hildin egnað og áhugaverd.
-Meginreglan er, at stuðulin verður latin, tá ið tiltakið hevur verið.
-Sama verkætlan fær í mesta lagi stuðul tvær ferðir.
-Tá ið tiltakið er av, skal frágreiðing og eftirmeting sendast kommununi.