HEIM
03.02.2016

So verður Sóljuhjarta liðugt

Tilflyting og stórt barnatal ger, at kommunan í løtuni veksur við rúkandi ferð. Hetta setir stór krøv til stovnar og tilboð í kommununi, ið áhaldandi verða bygd út at nøkta veksandi tørvin.

Í dag kl. 13.45 varð sáttmáli undirskrivaður um liðugtgerð av barnagarðinum Sóljuhjarta í Søldarfirði. Stovnurin varð bygdur í 2010, har áleið helvtin varð innrættað beinanvegin til 40 barnagarðspláss. Nú sáttmáli er gjørdur við Búsetur um seinasta stigið av byggingini, fer Sóljuhjarta at fáa áleið 24 vøggustovupláss afturat.

Báðir partar eru vælnøgdir við avtaluna

Báðir partar eru vælnøgdir við avtalunað

5 mio. kr eru settar av til hetta endaliga stigið, ið eftir ætlan verður liðugt í summar.