HEIM
17.03.2018

So hví ikki royna okkurt nýtt skeið næsta vetur?

Røða, sum Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari helt, tá kvøldskúlaframsýningin varð sett í Løkshøll 17. mars 2018:

Í vetur havi eg luttikið á tveimum ymiskum skeiðum í okkara kvøldskúla umframt einum skeiði í Havn. Eg var tíanverri sera ódrúgvur í hálvfínari matgerð. Umskylda Kristvin! Onkuntíð fall tað saman við øðrum virksemi hóskvøld. Og so eri eg so sera kræsin, at tað hálvfína hjá Kristvin er heilfínt hjá mær.

Havi fyri so vítt eisini verið ódrúgvur í hinum skeiðinum - hornorkestrinum. Mín betra helvt metti meg hava tørv á at læra at dansa í Dansifrøi í Havn mikukvøld. So eg havi roynt at býtt mikukvøldini millum hornorkestrið og dansin - við tí úrsliti, at eg, nú kvøldskúlaveturin endar, dugi hvørki nóg væl. Mikukvøldini eru endaði sum ein vavstur av Foxtrot, Jive, Rock 'n Roll, Cha Cha Cha, saktaðum valsi og svenskum valsi - til hesi skal eg dansa - og marsjum, fosturlandssangum, klassiskum og øðrum yndisligum tónleiki - til hesi skal eg blása. So um tit síggja meg sita heldur óstillan og blása um eina løtu, so vita tit hví - so er bland komið í hjá mær.

Men eg royni.

Og júst tað at royna nakað nýtt, ella nakað, sum vit ikki duga nóg væl, er tað, sum kvøldskúlin snýr seg um. Og hetta uttan mun til, um vit eru ung ella eldri.

Homer Simpson segði annars einaferð við børnini: "Tit royndu tykkara besta, og tað miseydnaðist. Lærdómurin er: "Roynið ongantíð!".

Nú er tað heldur ivasamt, um vit skulu vænta at fáa okkara lívsvísdóm frá júst Homer Simpson. Men hann kann onkuntíð seta orð á okkara egnu fordómar.

Rithøvundurin Mark Twain hevði eina heldur jaligari útlegging av hesum, at gera sær royndir, sum ikki altíð eru so væleydnaðar. Hann segði tað soleiðis: "Name the greatest of all the inventors. Accident." Vit kundu týtt hetta nakað soleiðis. "Nevn tann størsta uppfinnaran av øllum. Tilvild (ella óhapp)."

Kvøldskúlin gevur okkum ein lærdóm, nakrar førleikar, nøkur amboð, sum vit kunnu royna at skapa nakað við - veri tað seg í ymiskum handverki, máli, fotolist, matgerð, íblástri til heimið, tónleiki, skriving ella ættargransking.

Í nógvum av hesum kreativa, snýr tað seg um at royna - at gera sær royndir, sum kunnu skapa nakað nýtt. Stundum eru hesar væl umhugsaðar og skipaðar. Stundum eru tær ber tilvild. Stundum eru tær væleydnaðar og stundum miseydnaðar. Men allar royndir eru væleydnaðar á tann hátt, at tær læra okkum nakað.

Tað er annars í grundini lítið og einki mark fyri, hvørjar lærugreinir kunnu vera í kvøldskúlanum. Í løgtingslog um frítíðarundirvísing v.m. verður skilt millum høvuðsbólkarnar almenn frítíðarundirvísing, serstaka frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi.

Almenna frítíðarundirvísingin skal tryggja íbúgvunum eitt fjølbroytt tilboð í teimum evnum, sum íbúgvarnir ynskja undirvísing í. Hetta má sigast at vera sera fólksligt.

Næsta slagið av undirvísing, serstøk frítíðarundirvísing, fevnir um royndarfyrireikandi undirvísing, sum kann geva okkum prógv í einhvørjum, yrkiskenda undirvísing, sum kann geva okkum arbeiðsførleikar, og serundirvísing.

Triðja slagið av virksemi, frítíðarvirksemi, skal geva íbúgvunum eitt fjølbroytt tilboð um frítíðarvirksemi - hetta er serliga ætlað ungum undir 25 ár, men kann eisini fevna um tey, ið er eldri enn tað.

Sostatt eru karmarnir kring kvøld- og ungdómsskúlan sera víðir. Meginreglan kann sigast at vera, at virksemið skal endurspegla tørvin ella áhugan hjá fólkinum, sum býr i økinum.

Nú vit eru savnaði til kvøldskúlaframsýningina í dag, mugu vit ikki gloyma tann stóra týdningin, kvøldskúlin hevur sum frítíðarítriv og sosialt.

Eitt dømi um hetta, sum eg eri so sera fegin um, er hornorkestrið, sum sonurin og eg hava verið við í, nú í eini 10 ár. Sum tit síggja, er spjaðingin í aldri stór. Onkur av okkum var við frá byrjanini av Nes Sóknar Musikkfelag í 1962, og onnur eru fødd í hesum áratúsundinum. Men tá orkestrið venur hvørt mikukvøld, eru vit øll felags um at skapa tónleik og vónandi samljóð - uttan mun til aldur, ljóðføri ella tónleikaligt støði. Og í steðginum eru vit felags um prátið. Minnist satt at siga ikki nakað øvugt orð frá nøkrum hesi 10 árini, eg havi verið við. Tí er tað altíð hugaligt og stuttligt at fara til venjing ella framførslu við hornorkestrinum. Vit eru felags um at læra nakað nýtt, og tað gevur sosialan felagsskap.

Hornorkestrið er partur av kvøldskúlanum, men árið er langt - frá á leið 1. sept. til summarferiuna. Harumframt verður nógv spælt til tiltøk alt árið - serliga í samband við jólini, merkisdagar og stevnur av ymiskum slag. Av og á fer orkestrið uttanlands á konsertferðir - í juli í ár gongur leiðin til Edinburgh.

Ivist ikki í, at vit øll, sum ganga í kvøldskúla, eru felags um kensluna av, at vit ikki bert læra nakað, vit ikki dugdu áðrenn, men at vit samstundis eru partur av einum felagsskapi.

Havi hug at venda aftur til hetta at royna nakað nýtt. Amerikanski statsmaðurin og uppfinnarin Benjamin Franklin segði einaferð soleiðis, tá onkur spurdi hann um tørvin á nýggjum uppfinningum: "Hvat er endamálið við einum nýføðingi?"

Mín vón er, at kvøldskúlin kann sáða fræðið, at nýggju førleikarnir og sosiali felagsskapurin kunnu hjálpa okkum at taka fyrstu fetini og fara stetlandi eftir gólvinum, geva okkum áræði at arbeiða víðari sjálvi við støði í tí, vit hava lært, og at royna nakað nýtt, uttan at vera bangin fyri, at tað skal miseydnast. So hví ikki royna okkurt nýtt skeið næsta vetur?

Takk fyri