HEIM
12.02.2011

Snarskeið í føroyskari stavseting.

Vilt tú duga at stava?
Ja, so er bara at tekna seg á snarskeið í føroyskari stavseting. Snarskeið verður í Skúlanum við Løkin og er ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at minka um stavifeilirnar.
Eingin skal halda seg AFTUR - tað er bara at halda seg TIL. Tilfarið, ið farið verður ígjøgnum, er í bókini Snarskeið í stavseting eftir J. Mikkelsen.
Bókina fáa tit tann fyrsta dagin, ið møtt verður.

Prísurin fyri skeiðið er: 500,-

Tíðirnar eru hesar:
mánadagin 21.02 (kl. 15:00 - 17:30)
týsdag 22.02 (kl. 15:00 - 17:30)

mánadagin 28.02 (kl. 15:00 - 17:30)
týsdag 01.03 (kl. 15:00 - 17:30)

mánadagin 07.03 (kl. 15:00 - 17:30)
týsdag 08.03 (kl. 15:00 - 17:30)
mikudagin 09.03 (15:00-16:30)

Tú kanst tekna teg og fáa meir at vita við at ringja til:
Ingvard Lamhauge, kvøldskúlaleiðari, (237057)
Ásfinn Sigvardsen, lærara, (264354) Jens Dalsgaard, lærara, (577765)
Runavíkar Kvøldskúli