HEIM
17.01.2014

Smápartafelagið Toft keypt Sjómansheimið í Runavík

Tað eru brøðurnir, Joen Magnus, Uni, Elnar og Árni Rasmussen úr Søldarfirði og svágurin Edvard Mikkelsen, sum hava keypt Sjómansheimið.
Runavíkar kommuna fegnast um, at virksemið aftur kemur í Sjómansheimið, sum nú hevur staðið tómt í eina tíð.
Eigararnir ætla at gera onkrar ábøtur áðrenn virksemið í húsinum letur upp. Fyrsta stigið er longu byrjað og var tað at umvæla og fríðka økið eystanfyri bygningin.
Runavíkar kommuna ynskir eigarunum góða eydnu og gleðist um, at ljós aftur verður at síggja á Sjómansheiminum.