HEIM
22.03.2018

Sløkkið ljósini í ein tíma 24. marts

Earth Hour tímin verður komandi leygardag tann 24. mars 2018 frá kl. 20.30-21.30. Runavíkar kommuna verður við í átakinum og sløkkir gøtuljósini í øllum bygdunum í kommununi umframt onnur ljós, ið eru ráðilig at sløkkja.  Kommunan heitir á borgarar og fyritøkur um eisini at sløkkja ljósini hendan tíman leygarkvøldið. Átakið verður brúkt til at seta umhvørvið og veðurlagsbroytingarnar í brennidepilin.

Um Earth Hour

Hvørt bjóðar WWF fyritøkum, kommunum, býum og vanligum menniskjum at luttaka í Earth Hour við at sløkkja ljósini í ein tíma í mars mánaði hvørt ár fyri at varpa ljós á støðuna í náttúruni og tess broytingar.

Earth Hour byrjaði í Australia tann 31. mars 2007, og er síðani vorðið eitt altjóða átak.

Les meira um Earth Hour á www.earthhour.org