HEIM
13.05.2014

Slóðbrótandi heilsusamstarv á Skálafjørðinum

Í sambandi við, at borgarstjórarnir í Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommunum skrivaðu undir samstarvsavtalu við landsstýrismannin í heilsumálum um heilsusamstarv á Skálafjørðinum, var tíðindafundur á Heilsumiðstøðini í Runavík í gjár.

Kommunurnar kring Skálafjørðin og landsstýrismaðurin í heilsumálum eru á einum máli um, at borgararnir í økinum ikki fáa nøktandi heilsutænastur í verandi skipan. Hetta kemur m.a. til sjóndar í sambandi við troti á kommunulæknum í økinum. Støðan hevur við sær, at tørvur er á víðfevndum broytingum.

Sambært avtaluni verða Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunur í framtíðini eitt heilsuøki við heilsudepli. Frá 1. juni verða tey bæði læknadømini, Runavíkar og Skála læknadømi niðurløgd, meðan borgararnir frameftir verða knýttir at einum læknadømi, Skálafjarðar læknadømi.

Samstundis gerðast allar bygdirnar í Runavíkar Kommunu partur av nýggja læknadøminum. Funningur og Funningsfjørður hava áður verið partur av Eiðis læknadømi, meðan Oyndarfjørður hevur verið partur av Fuglafjarðar Læknadømi. Í teimum økjum, har fastur lækni er, kunnu viðskiftafólk halda áfram hjá verandi lækna, eisini um hann hoyrir til eitt av gomlu læknadømunum. Har eingin fastur lækni er, mugu viðskiftafólk velja nýggjan lækna, eins og nýggj viðskiftafólk koma at hava lækna í nýggja Skálafjarðar læknadømi. Íbúgvarnir fáa nærri kunning um hetta seinni.

Endamálið við at skipa heilsudeplar er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, við tíðini fara fram á heilsudeplunum. Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar og ráðgeving til borgaran. Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri við tíðini skal kunna fara fram í heilsudeplunum. Til tess at kunna røkja hesar uppgávur fara tað á heilsudeplunum at starvast viðkomandi heilsustarvsfólk, t.d. kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður.

Skipanin fevnir um tær heilsutænastur, sum verða veittar í kommunulæknaviðtalum gerandisdagar. Skipanin fevnir ikki um virksemið, sum fer fram í Læknavaktini.

Heilsudepilin við Skálafjørðin verður staðsettur við læknaviðtalum til tríggjar kommunulæknar á Heilsumiðstøðini í Runavík. Fyri at frástøðan til lækna ikki skal verða ov stór hjá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum, verður læknaviðtalan á Strondum verandi opin tveir dagar um vikuna, til nýggj farleið er komin um Skálafjørð, ið styttir um fjarstøðuna hjá borgarunum í økinum.

Nakað skal gerast við hølisviðurskiftini í Læknamiðstøðini í Runavík, áðrenn triði kommunulæknin við viðtalustarvsfólkum kann flyta inn. Í eini skiftistíð, til hølisviðurskifti og starvsfólkaviðurskiftini eru komin í eina fasta legu, verða nærri avtalur gjørdar millum Heilsutrygd, lækna/læknaavloysarar og heilsustarvsfólk, um hvussu arbeitt verður í nýggja læknadøminum.

Á tíðindafundinum bjóðaði Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vælkomin og greiddi frá, hvussu samstarvið millum kommunurnar og heilsumálaráðið byrjaði. Jákup Foldbo frá sosialu deild í Runavíkar kommunu og Katrin Gaard frá heilsumálaráðnum greiddu frá innihaldinum í samstarvinum og nýggja heilsudeplinum. Karstin Hannsen, landsstýrismaður í heilsumálum, helt síðani talu, har hann m.a. fegnaðist um, at fyrsti heilsudepulin var veruleiki, og takkaði fyri góða samstavið millum heilsumálaráðið og kommunurnar.

Eftir at samstarvsavtalan var undirskrivað, takkaði Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, landsstýrismanninum í heilsumálum, Karstin Hansen, fyri sera gott samstarv og fyri, at hann hevur arbeitt skjótt við at fremja hesa slóðbrótandi heilsuskipan, eftir at borgarstjórarnir fyri hálvum ári síðani heittu á landsstýrismannin um at bera so í bandi, at broytingar blivu framdar, fyri at bøta um kommunulæknatrotið.

Myndarøð: {018CAA4F-1A8D-4CD8-8F8A-DF1777DA75C7}