HEIM
26.04.2016

Skýming 2016

23.-30. oktobur

Aftur í ár verður Skýming hildin í Runavík, hesaferð í døgunum 23. til 30. oktobur. Í hesum sambandi vilja vit aftur í ár bjóða listafólki, mentafólki, skúlaflokkum og borgarunum annars vælkomnum við sínum íkasti til Skýming. Hugsað verður um ymiskt mentanarligt undirhald, t.d. tónleikatiltøk, framsýningar, skeið, workshops, fyrilestrar, og sølu av heimagjørdum vørum.

Ein av fyrimununum við at leggja eitt tiltak í Skýming er, at møguleiki er at marknaðarføra sítt tiltak ókeypis í tí tilfari, ið verður framleitt í sambandi við Skýming. Umframt at stuðla við marknaðarføring, hjálpa vit eisini við at finna hóskandi høli til tiltakið.

Ert tú áhugað/ur at koma við í skránna fyri Skýming við einum tiltaki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við VRG, í seinasta lagið 20. juni 2016.

Tel: +298 666600
vrg@vrg.fo
www.mentanarvikan.fo