HEIM
15.10.2012

Skýming 2012 nærkast

Árliga Mentanarvikan í Runavík, sum nú hevur fingið heitið Skýming 2012, verður í døgunum 21. - 28. oktober. Navnið endurspeglar millum annað árstíðina, har myrkrið vinnur á ljósinum og kvøldini gerast longri. Frá gomlum døgum savnaðust fólk hesa ársins tíð til søgu og mentanarligt undirhald fyri at stytta sær stundir. Navnið skýming verður soleiðis knýtt at hugna og gaman. Lokali listarmaðurin Jóannes S. Hansen hevur í ár málað málningin, ið prýðir prenttilfarið.

Annleyg Lamhauge setir Skýming 2012
Eins og áður fer Mentanarvikan í Runavík at bjóða hópin av tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Byrjað verður við eini setan í Løkshøll sunnudagin 21. okt. kl. 15.00, har Annleyg Lamhauge, blaðstjóri á Kvinnu, heldir setanarrøðuna. Á skránni verður m.a. skemt, sangur við Sadie Sigurrós, estetiskur fimleikur, klaverspæl við Gwendolyn Philbrow, dansishow við Lukas Nyggard og eisini fer hornorkestrið at spæla. Nósi kemur á vitjan við ballónum til børnini. Aftaná verður skipað fyri heilsutiltaki, har møguleiki verður at fara gongu- ella rennitúr.

Avdúking av standmynd
Leygardagin 20. oktober verður standmynd av Símun á Høgabóli avdúka á Høgabóli. Tiltakið byrjar kl. 14.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Alskyns framsýningar
Fleiri listaframsýningar eru alla vikuna. Eitt nú verður framsýning í BankNordik við verkum hjá S.J. Mikines, list í Gamla Handli við Tummas Jákup Thomsen, list í býráðssalinum við Jógvan Andreas á Brúnni, málningaframsýning í Løkshøll við Hilmar J. Højgaard og Jóannes S. Hansen og í Gallerí Elisabeth verður søluframsýning við Liljan’sa og Rabarbuglas. Í Orkis verða tríggjar framsýningar, málningar hjá Áslu Rannvá Svensson, myndir hjá Jákup Andreas Arge frá Føroya Myndasavni og føroyskir búnar hjá Joanu Bjarnastein. Í Berglon skipar Barnagarðurin Søljuhjarta fyri stuttligari framsýning við barnatekningum.

Sum nakað nýtt spælir Bókasavnið við Løkin ein aktivan leiklut í mentanarvikuni. Skipað verður fyri tiltøkum alla vikuna. Til ber m.a. at vitja tvær framsýningar á bókasavninum, Brotamynd við Eli Smith og Ævintýrmyndir við Renáta Fucíková. Í Glyvra Kirkju verður hvørt kvøld skipað fyri tiltakinum List og Kvirra. Astrid Andreasen sýnir fram og møguleiki verður at njóta kvirruna í kirkjurúminum og at tendra ljós í ljóskolbuni. Bygdasavnið Forni á Glyvrum hevur í ár ein framsýning um Lynfrost. Hendan framsýning er opin hvønn dag í vikuni frá 16.00 – 18.00. Í Kvinnufelagshúsinum sýna kvinnur hondgjørdar lutir fram fríggjadagin og leygardagin 26. og 27. oktober.

Tónleikur & Dansur
Byrjað verður longu hóskvøldið 18. oktober við Line Dans – Kafé í Hæddini. Jóhanna Petersen og Jóhanna Troest undirvísa í Line Dansum frá kl. 20.00 til 21.30.

Ung í Gulu Smiðju verður aftur á skránni í ár. Smiðjan mitt í býnum verður umskapað til tónleikapall fyri YOUNG UPCOMERS. Tónleikur verður at hoyra týs-, hós- og fríggjakvøldið frá 20 – 23.

Í vikuni verður eisini skipað fyri trimum 3-daga dansiskeiðum við Onnu Kirstin og Miu, har møguleiki verður hjá bæði royndum og óroyndum dansarum at luttaka.

Fríggjakvøldið 26. oktober verður konsert við Hallur Joensen Band í Borg frá kl. 20 – 21.30, í ítróttarhøllini verður DJ Show við DJ DODO og í Péche Barr spæla Jens Marni Hansen og Terji Rasmussen. Av øðrum tiltøkum fríggjakvøldið 26. oktober, kann nevnast at Petur Thomsen undirheldur við sangi á kaféini hjá Stíggi, og at føroyskur dansur verður í Hæddini kl. 21.00. Hetta er fyrsta dansikvøld í vetur og øll eru hjartaliga vælkomin.

Leygarkvøldið 27. oktober verður stórur dansur í ítróttarhøllini við kenda danska parinum Sussi og Leo.

Mentanarkvøld – Opið til kl. 24.00
Mentanarkvøldið TRUMFA verður fríggjakvøldið 26. oktober. Býurin fer at kóka við lívligari mentan og litríkari list av øllum slagi. Opið verður til kl. 24.00.

Mentanartjaldið
Sunnudagin 21. okt. kl 17.00 letur Mentanartjaldið á Glyvrum upp. Í hesum sambandi heldur Sæunn Ó. Hansen røðu og livandi tónleikur verður við Jónu og Oddmar. Skipað verður fyri tiltøkum í tjaldinum alla vikuna.

Stórt sjórænaratiltak fyri familjur
Leygardagin 27. oktober kl. 14.00 verður Stórt Sjórænaratiltak fyri familjur í Løkshøll. Familjutiltak við Magic Show, spælilandi, skattajakt við Kaptain Gardar & Stampe. Atgongumerki fáast á www.loksholl.fo.

Fyrilestrar
Fleiri fyrilestrar eru á skránni. Mánakvøldið 22. oktober hevur Sunnevá Mohr fyrilesturin Úr Lamba til Bangladesh í Kvinnufelagshúsinum, og í Hæddini verður skipað fyri undirvísing í sjálvsmenning við Oddbjørg Johansen. Týskvøldið 23. oktober hevur Katrin Kallsberg fyrilesturin Skiftisárini hjá kvinnum í Kvinnufelagshúsinum. Mikukvøldið 24. oktober hevur Niclas Heri Jákupsson vælumtókta fyrilesturin Út við strongd – Inn við lívsgleði. Hóskvøldið 25. oktober heldur leiðarin av Sláturhúsinum á Egilstøðum, Haldór Warén, ein spennandi fyrilestur í Býráðshúsinum undir heitinum Frá Sláturhúsi til Ungdóms- og Mentanarhús.

Í Løkshøll verður skipað fyri almennum fyrilestri við Frank Velling týsdagin 23. oktober undir heitinum Eru Obama ella Romney eins fyri heimsbúskapin og mikudagin 24. oktober verður almenna Faroexpo Ráðstevnan Føroyar í Oljuvinnuni. Tilmelding á www.faroexpo.fo

Sunnudagin 28. oktober kl. 14.00 skipar Eysturoyar gongufelag fyri gongutúri av Skipanesi útá Langanesi har Hans Erik Hansen er frásøgumaður
Mentanarvikan endar við einum sangkvøldi í Glyvra kirkju sunnudagin 2. oktober kl. 20.00, har Kór Glyvra kirkju eisini luttekur.
Sí skránna á www.mentanarvikan.fo.
Verið vælkomin til Mentanarvikuna Skýming 2012.