HEIM
30.01.2015

Skýli byggjast við Løkin

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið samtykti býráðið einmælt at byggja skýli við fótbóltsvøllin við Løkin í Runavík. Skýlið stendur eftir ætlan uppi í apríl 2015.

Í 2004 vórðu fyrireikingar gjørdar til eitt skýlið við Løkin. Lendisarbeiði varð gjørt, niðari partur varð stoyptur og setur sett upp.

Ætlanin hevur síðani verið at gera skýlið liðugt, men er hendan verkætlanin vald frá í raðfestingum, tá fíggjarætlanir eru gjørdar.

Beint fyri jól vendi fyritøkan, sum upprunaliga skuldi gera skýlið, Kaas Stålbyg, sær til kommununa. Av tí at hon hevur annað stórarbeiði í økinum, bjóðaði hon sær til at seta skýli upp í Runavík samstundis. Prísurin var tískil munandi lægri, enn hann annars hevði verið.

Av tí at fíggjarætlanin fyri 2015 longu var løgd, royndi Runavíkar Kommuna at kanna, um nakrir alternativir stuðulsmøguleikar vóru, sum kundu gera verkætlanina til veruleika. Fótbóltssamband Føroya játtaði um hálvan januar at stuðla verkætlanini. Samstundis hevur NSÍ játtað at hjálpa til við sjálvbodnum arbeiði.

Við stuðlinum frá Fótboltssambandi Føroya, eitt sindur øðrvísi raðfesting á fíggjarætlanini, sjálvbodnum arbeiði frá NSÍ og lagaligum gjaldstreytum eydnaðist at gera verkætlanina so sannlíka, at býráðið í gjárkvøldið einmælt kundi samtykkja at seta hana í verk.

Skýlið verður bygt omaná verandi grund við Løkin. Áskoðaraplássini vera tey somu sum nú - men nú undir taki. Miðskeiðis í skýlinum er øki sett av til høli til kiosk og fjølmiðlar.

Tað er Eyðun Petersen, arkitektur, sum hevur teknað skýlið. Høvuðskonstruktión er stál og betong umframt lættari tilfar.

Runavíkar Kommuna ynskir at takka Eyðun Petersen arkitekti, Kaas Stålbyg, Fótbóltssambandi Føroya og NSÍ fyri at gera sítt til, at verkætlanin kann fremjast við so stuttum skotbrái.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/DFEF2D7C-2FC8-47BF-BB69-A51CD7B75625.jpg