HEIM
24.02.2010

Skuldin hjá kommununi undir eina álíkning

Fíggjarmálaráðið hevur í dag boðað frá, at Runavíkar kommuna nú er undir eina álíkning í skuld og harvið sleppur undan herdu reglunum sum t.d. ikki at kunna taka lán. Eftir herdu reglunum kann Fíggjarmálaráðið eisini broyta fíggjarætlanina og áseta skattaprosentið.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, greiddi í útvarpinum í dag frá, at hetta úrslit er nátt við at spara í rakstri og íløgum, samstundis sum hildið hevur verið fram við at niðurrinda skuld. Enn verður tó ansað væl eftir, tí kommunan er beint undir markinum fyri eina álíkning. (Sí viðfesta tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum).

Attachment2: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/58682735-B142-437E-A928-60D533BD2400/FAD44EF8-39B0-4BA3-9DA4-BC14FE9D83EA.doc