HEIM
11.12.2008

Skúlavígsla í Runavík

Í sambandi við at skúlin í Runavík er tikin í nýtslu, verður skipað fyri almennum hátíðarhaldi leygardagin 13. desember kl. 14.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Á skránni verða kórsangur og røður og næmingar úr skúlanum fara at framføra tónleik, fólkadans, føroyskan dans og sýna fram næmingaarbeiði.