HEIM
03.11.2016

Skúlastýrisvalið 8. november 2016

Til skúlastýrisvalið tann 8. november 2016 í Runavíkar kommunuskúla er ein valevnislisti komin inn og góðkendur av valnevndini.

Valevnini eru skipað í bókstavarað:

1. Hansen, Sìmun J., Grannatún 11, Saltangará

2. Jacobsen, Napoleon, Leitisvegur 56, Saltangará

3. Joensen, Christian, Hjallvegur 19, Saltangará

4. Joensen, Ørvur, Túnagøta 3, Saltangará

5. Lamhauge, Hilmar Sam, Undir Gørðum 10, Glyvrar

6. Olsen, Jútta, Bakkavegur 2, Glyvrar

Skúlastýrisvalið verður í Ítróttarhøllini í Runavík samstundis sum kommunuvalið. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00.

Veljarar, sum ikki kunnu møta á valdegnum, kunnu við at venda sær til formannin í valnevndini atkvøða við brævatkvøðu í seinasta lagi kl. 18.00 dagin fyri valdagin.

Valnevndin fyri Runavíkar kommunuskúla

Durita P. Joensen, formaður