HEIM
03.02.2009

Skúlastjóri settur í Runavíkar kommunuskúla

Durita P. Joensen er sett sum skúlastjóri við Runavíkar Kommunuskúla frá 01.02.09.
Durita tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1988 og fekk útbúgving í leiðslumenning í 2004. Durita P. Joensen hevur verið lærari í Runavíkar Kommunuskúla frá 1989 – 1996, deildarleiðari fram til 1999 og síðan varaskúlastjóri fram til dagin í dag. Hon hevur verið virkandi skúlastjóri á skúlanum, síðan táverandi skúlastjóri Ásmund Lamhauge andaðist í oktober 2008.