HEIM
17.08.2012

Skúlagongdin byrjar aftur

Summarfrítíðin er um at vera av á hesum sinni, og skúlarnir í kommununi byrja aftur mánadagin 20. august.
Farið verður aftur í skúla soleiðis:

Oyndarfjørður: Lærarar og næmingar møta kl. 10.

Runavíkar kommunuskúli: Lærararnir møta kl. 8,
4. til 10. flokkur og Ser3 møta við Løkin kl. 9.30
2. og 3. flokkur og serstovurnar á Glyvrum kl. 11.00
1. flokkarnir møta á Glyvrum kl. 13.00

Skála skúli: Lærararnir møta kl. 8
2. – 7. flokkur møta kl. 9
1. flokkur møtir kl. 11.30
Forskúlin møtir kl. 13.30